Nýggj leiðsla í Hagen-málinum

Enn einaferð er leiðslan í óloysta Hagen-málinum í Noregi skift, og nú verður tað Kari Karlsen Aas, sum verður ovasti leiðari í hesum gátukenda máli.

 

Í hesi vikuni visti norska blaðið Verdens Gang at siga, at allir tríggir kanningarleiðararnir í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisaberh Hagen, nú gevast at arbeiða við málinum, samstundis sum nýggj fólk skulu setast ístaðin.

 

Orsøkin segðist vera stríð við leiðsluna í løgregluøkinum í Noregi, har hetta mál liggur, og stríðið snúði seg eitt nú um, hvussu fram skal farast víðari við óloysta málinum.

 

Tað var hin 31. oktober í 2018 - ella fyri skjótt fýra árum síðan - at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, um morgunin hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis.

 

Í fyrstani varð hildið, at konan var rænd, tí í heiminum lá eitt hóttanarbræv um loysigjald, sum skuldi gjaldast, um maðurin skuldi síggja konu sína aftur á lívi.

 

Seinni kom norska løgreglan eftir, at talan helst er um eitt pallsett mál, har maðurin, Tom Hagen, er sekur, og at brævið um loysigjald er snikkað saman fyri at villleiða løgregluna.

 

Sum tíðin leið, og eingi lívstekin komu frá horvnu ríkmanskonuni, eins og løgreglan nú var farin at ivast í trúvirðinum í brævinum, varð Tom Hagen handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni.

 

Men, Tom Hagen hevur alla tíðina sagt, at hann ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin. Kortini er hann framvegis skuldsettur fyri dráp í málinum, tó at løgreglan ikki hevur havt haldgóð prógv, sum kunnu varðhaldsfongsla mannin.

 

Og enn minni er nøkur ákæra nakrantíð reist.

 

Tom Hagen, sum nú er farin væl um tey sjeyti, hevur tískil verið leysur alla tíðina - undantikið í 11 dagar, tá hann varð handtikin og skuldsettur. Men, rættarskipanin metti ikki, at prógvini ímóti ríkmanninum vóru nóg góð til, at hann kundi sita varðhaldsfongslaður.

 

Framvegis veit eingin, hvat hendi við ríkmanskonuni henda feigdarmorgun, og ei heldur veit nakar, um Anne-Elisabeth Hagen er livandi ella deyð. Tað er tó einki, sum bendir á, at konan er á lívi - skjótt fýra ár eftir, at hon sporleyst hvarv.

 

Verdens Gang veit at siga, at stríðið, sum hevur verið í kanningarleiðsluni í málinum, snýr seg um, hvussu stóra orku og hvørja raðfesting, málið skal hava hjá løgregluni frameftir.

 

- Málið hevur framvegis høga raðfesting í okkara løgregluøki. Hetta er eitt krevjandi og trupult mál, og tí er tað neyðugt hjá okkum at hava eina fakliga sterka leiðslu við drúgvum royndum frá øðrum álvarsligum revsimálum.

 

Tað sigur Vibeke Schøyen í einum tíðindaskrivi.

 

##med2##

 

Maðurin, sum seinastu tíðina hevur staðið á odda í Hagen-málinum, Gjermund Hansen, hevur sagt seg úr starvinum sum løgregluadvokatur í málinum. Undan honum hava aðrir eisini slept endanum og eru farnir í onnur størv.

 

Nú verður tað Kari Karlsen Aas, sum tekur við høvuðsábyrgdini av Lørenskog-málinum. Hini tvey, sum eisini fáa ábyrgd av málinum, eru politiadvokatarnir, Marie Falchenberg og Guro Holm Hansen.

 

Tvey onnur fólk, Kristian Krohn og Trond Andre Solvang, fara eisini at starvast sum politifakligir kanningarleiðarar í málinum um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.