Nýggj Magn-støð letur upp í Miðvági

Tað verður Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sum fer at klippa snórin til nýggju støðina.

Í morgin 1. apríl klokkan 13 letur nýggja Magn-støðin í Miðvági upp.

 

Tað verður Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum fer at siga nøkur orð, og tað verður eisini hon, sum fer at klippa snórin til nýggju støðina.

 

Sámal Ravnsfjall fer eisini at syngja og spæla nøkur løg.
 

Tey, sum standa aftan fyri nýggju Magn-støðina, siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til upplatingarløtuna í Miðvági.