Nýggj parkinson “hotline” á Landssjúkrahúsinum

Í samskifti við leiðsluna á Neurologisk-ambulatorium á Landssjúkrahúsinum hevur Parkinsonfelagið víst á, at fólk við Parkinson ynsktu at fáa samband beinleiðis við serlækna í parkinsonsjúku á Landssjúkrahúsinum uttanfyri vanligu viðtalurnar.

Landsjúkrahúsið hevur í eina tíð arbeitt við at finna ein leist sum kann betra um samskifti og broytingin er í tveimum:

 

1.

 

Ein neurologur við royndum innan parkinson er settur afturat at taka sær av fólki við parkinson (dr. Hanne Yri).

 

2.

 

Hvønn mikudag frá kl. 16 til kl. 18 ber nú til at ringja beinleiðis til “parkinsonlækna” á telefon 304608. Í teimum føri har læknin ikki er tøkur, svara parkinson-sjúkrarøktarfrøðingar ella skrivarin á neurologisk ambulatorium og kunnu avgreiða spurningar ella gera avtalu um nær læknin ringir aftur.

 

Neurologisk-ambulatorium á Landsjúkrahúsinum

 

hevur annars hesar telefontíðir:

 

Gerandisdagar:

Læknaskrivari telefontíð kl. 10.30 - 12.30 tlf. 304500 lokal nr. 6272 

Sjúkrarøktarfrøðingar telefontíð kl. 10.30 - 12.30 tlf. 304500 lokal nr. 6273 og 6274

Samband fæst við Parkinson- sjúkrarøktarfrøðing við at senda teldupost til: neuroamb(at)ls.fo 

 

Parkinsonfelagið

 

Nevndin

 

John William Joensen, formaður.

 

Anna Katrina Beder, næstforkvinna.

 

Joy Ann Simonsen, kassameistari.

 

Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari.

 

Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimur.