Nýggj Sandoyarferja má ikki víkja fyri nývali!

Tá fíggjarlógin varð samtykt, varð eftir tógvi stríð fingin ein játtan við upp á 1 mill. kr. til fyrireiking og projektering av nýggjari ferju til Sandoyar/Hestrutuna í staðin fyri Trónd.

Sum kunnugt hevur skipasýnið gjørt greitt, at ár 2001 verður Tróndur tikin úr allari sigling sum ferðamannaskip, tí nútíðarkrøv gera greitt, at hetta skip ikki fær loyvi til hesa sigling meiri.

Tað áliggur landsstýrismanninum í samferðslumálum, í hesum føri løgmanni, at skipa fyri, at neyðuga arbeiði við fyrireikingum verður gjørt, soleiðis at skipið kann setast í gerð seinni í ár, og at tað tískil verður liðugt, tá siglingarloyvið hjá Tróndi gongur út!

Vit, ið ferðast dagliga um Skopunarfjørð, kenna harumframt trupulleikarnar viðvíkjandi flutninginum. Tá ferðafólkini eru yvir 12, so kann Tróndur ikki taka størru bilarnar við, og hesir eru lastbilar við ráfiski til flakavirkini til Sandoynna, og lidnu vøruna av aftur oynni, strandferðslubilurin við neyðugu vøruni til oynna, eins og mjólabilin, ið umframt skal taka sær av mjólkaflutningi í syðru helvt av Streymoynni.

Tað eru bert Sandoyarfólk, ið kenna trupulleikan av hesum, og serliga leggja vit merki til, at tann seinkaði flutningurin av fiski til tíðir hevur borið við sær, at rávøran er munandi versnað, og sostatt ikki gevur neyðuga og útroknaða søluvirði, tá avskipað verður. Tí hevur tað alstóran skund at fáa nýggja strandferðsluskipið til Sandoynna bygt sum skótast, og tað má áleggjast løgmanni at skipa fyri, at útbjóðingin verður framd beinanvegin. Peningurin til hetta fyrireikingararbeiði er játtað á fíggjarløgtingslógini fyri 1998, so har eru eingir trupuplleikar.

Nú er at vóna, at tann hasarderaða avgerðin hjá løgmanni at útskriva løgtingsval í úrtíð ikki kemur at seinka tí nýggju ferjuni til Sandoyarsiglingina!


Eyðun Viderø