Nýggj sjúka ger um seg: Hesum skulu vit ikki vera so bangin fyri

Eg stúri ikki fyri, at vit koma aftur í somu støðu sum við koronu, sigur Pál Weihe

Apukoppar eru farnir at ganga í Evropa. Sjúkan tók seg upp í Vesturafrika og hevur breitt seg til Europa, Kanada, og aðrastaðni. Nú er fyrsti danskarin eisini smittaður og tað varð hann á Gran Kanaria, har hann hevur verið og ferðast.

 

Men Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, sigur, at vit skulu ikki óttast apukoppar upp á sama máta sum koronu, tí hetta er munandi lættari at berja niður.

 

Apukoppar smitta verri enn so líka illa, sum korona. Apukoppar smitta ikki fyrr enn tey fyrstu sjúkuteknini vísa seg, tvs, fyrr enn fólk vita, at tey eru sjúk. Sjúkuteknini eru bløðrur á húðini, sum minna sum skáldkoppar, so tey eru løtt at fáa eygu á. Fólk fáa eisini fepur, skjálvta og pínu í vøddum og liðum.

 

Pál Weihe leggur afturat, at vit góðar viðgerarmøguleikar fyri apukoppum. Tey allarflestu verða frísk aftur sjálvi, men summi kunnu verða heilt ússalig og tað kann taka ein mánað at koma fyri seg aftur - og summi fáa arr á húðina av bløðrunum.

 

Ímillum eitt og trý prosent av teimum, sum fáa apukoppar í Afrika, dyggja av tí. Hóast Pál Weihe ikki heldur, at hesi tølini kunnu flytast yvir á føroysk viðurskifti, her vit hava eitt nógv betri heilsuverk, heldur hann kortini, at tað eru hyggjuráðini at ansa eftir fólki, sum eru illa fyri, og sum hava veika immunverju.

 

Men hann stúrir ikki fyri fólki, sum annars eru hampiliga væl fyri, og serliga við einum framkomnum heilsuverki sum okkara, væntar hann ikki, at nakar vandi er á ferð, tó at tað kann vera óbehagiligt at liggja so leingi.  

 

Tað eru tveir variantar av apukoppum, tann Eysturafrikanski, sum kann vera ringur, og so tann vesturafrikanski, sum er nógv mildari og sum er tann, ið gongur í Evropa. Undir øllum umstøðum eru apukopparnir mildari enn vanligir koppar, sigur Heilsustýrið í Danmark.

 

Trýst HER og lesa leiðbeiningarnar hjá heilsustýrinum í Danmark í sambandi við apukoppar

 

 Í Afrika verða fólk vanliga smittað tí tey hava tætt samband við dýr, ella við onnur, sum eru smittað. Tað krevst eisini nógv tættari samband ímillum fólk fyri at bera smittuna ímillum enn við korona, so hetta er nakað heilt annað. Men myndugleikarnir í Danmark sigur, tað vísir seg, at í sambandi við apukopparnar, sum nú ganga í Evropa, er støðan tann óvanliga, at í mestan mun eru tað menn ið hava kynsligt samband við aðrar menn, sum smitta aðrar menn – og sum sjálvir verða smittaðir. Men tað er óvist hví hetta er so, og um tað er tí at virus er broytt, sigur Heilsustýrið.