info
Ongi úrslit

Nýggj skuldseting í Hagen-málinum

Ein norskur ríkisborgarri hevur nú status sum skuldsettur í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv í Lørenskog seinasta dag í oktober í 2018

Vilmund Jacobsen
30. mai 2026 kl. 11:25

Málið um horvnu norsku kvinnuna, Anne Elisabeth Hagen, er ongantið uppklárað, eftir at hon hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018. 

Men, málið melur enn í høvdinum á norsku løgregluni, sum hevur brúkt eina kolosala orku, tíð og pengar í royndini at loysa gátuna, sum enn í dag er líka so óloyst, sum hon var, tá kvinnan hvarv.

Nú hevur løgreglan so ein norskan ríkisborgara í kikaranum, ið hevur fingið status sum skuldsettur í málinum um ríkmanskonuna.

Í samband við kanningararbeiðið av einum persóni, sum hevur verið undir illgruna í málinum, varð gjørt av at leggja hald á skjøl og annað heima hjá persóninum.

- Hetta ger, at viðkomandi fær status sum skuldsettur sambært revsiprosesslógini, grein 82, skrivar Guro Holm Hansen, vegna ákæruvaldið, í einari viðmerking til norska kringvarpið, NRK.

Hon leggur aftrat, at løgreglan í løtuni ikki fer at taka onnur rættarstig í málinum.

Hóast Anne Elisabeth Hagen hvarv í endanum av oktober 2018, gjørdist málið ikki kent fyri almenninginum fyrr enn hin 9. januar árið eftir, tá løgreglan kunnaði um málið.

Ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum millum klokkan 09.15 og 09.48 feigdarmorgunin sambært upplýsingum hjá løgregluni.

Vit kunnu leggja aftrat, at seinasta lívstekin til Anne Elisabeth Hagen var, at hon henda morgunin tosaði í telefon við sonin klokkan 09.14, men bert løtu seinnu var hon horvin.

Hjúnafelagin og milliarderurin, sum var til arbeiðis, tá konan hvarv, hevur sagt, at hann kom heim henda dagin klokkan 13.30, og umleið ein hálvan tíma seinni vendi hann sær til løgregluna.

Myndin er ikki tøk

Áðrenn Tom Hagen fór av arbeiðsplássinum henda dagin, hevði hann fleiri ferðir ringt til konu sína, men hon tók ikki telefonina.
Hin 28. apríl 2020 varð Tom Hagen handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Men, hann sat bara í nakrar dagar, tá rætturin gjørdi av at leyslata mannin, tí løgreglan hevði eingi haldgóð prógv.

Fleiri aðrir persónar hava eisini verið skuldsettir í málinum, men ongantíð er nøkur ákæra reist - ei heldur móti hjúnafelagnum, Tom Hagen, tí grundarlag hevur ikki verið til tess.

Løgreglan hevur slept einari skuldseting fyri og aðrari eftir, og skuldsetingin móti Tom Hagen er eisini slept, sum árini eru gingin.

Øll tey skuldsettu hava noktað seg sek, og nú var at enda eingin skuldsettur longur í málinum - ikki fyrr enn nú, tá norska løgreglan aftur hevur skuldsett ein norskan ríkisborgara, tí tey hava gjørt húsarannsókn heima hjá viðkomandi.

Eingin veit, hvat hendi Anne Elisabeth Hagen, og tað er lítið, sum bendir á, at hetta mál, sum hevur fylt so nógv hjá norsku løgregluni, nakrantíð verður uppklárað.

Lesið eisini: - Eg havi einki við hendingina at gera

https://www.in.fo/news-detail/skuldsettur-eg-havi-einki-vid-hendingina-at-gera

Myndin er ikki tøk

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Her er hópurin hjá Kasakstan sum kemur til Føroya

4 tímar síðan
Hondbóltur

Elias á veg til Aalborg

4 tímar síðan
Tíðindi

National Geo­graph­ic Endu­rance á Havnini

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

6 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

6 tímar síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

7 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

7 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

8 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

9 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

10 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

10 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

11 tímar síðan