Nýggj tónleikahøli til musikkskúlan á Toftum

Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til ber at hava samanspæl í einum størri høli.

Avhendingarskjølini uppá nýggju tónleikahølina í Tofta skúla vórðu undirskrivaði fyrrapartin í dag. Fyri byggifyritøkuna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri, og fyri Nes kommunu, Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

 

Tað er Karl Johannesen, byggifrøðingur, sum vegna KBH hevur havt byggileiðsluna av arbeiðnum um hendi. Teknistovan í Gøtu við Henningi Olsen og Jens Klæminti Jacobsen hevur havt um hendi projektering og eftirlit vegna Nes kommunu.

 

- Arbeiðið hevur eftir umstøðunum gingið væl, og partarnir eru sera væl nøgdir við úrslitið.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Tað var í summar, at farið varð undir at umbyggja gamla køkin í 1981-bygninginum í Tofta skúla til tónleikahøli ætlað musikkskúlanum. Talan er um eina gólvvídd á umleið 110 fermetrar.

 

- Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til ber at hava samanspæl í einum størri høli. Eisini er eitt høli við tekøki, har starvsfólk og næmingar kunnu savnast.

 

##med2##

 

Eftir ætlan verða nýggju hølini sýnd fram fyri almenninginum í januar, tá Musikkskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at endamálið hjá Musikkskúlanum er at vekja ans fyri tónlistini.

 

- At menna tónlistarligu gávur næminganna og í aðrar mátar at leggja støði undir einum ríkum tónleikalívi, eitt nú við samanspæli, sangi, fyrireika konsertir og spæla til ymisk almenn endamál, verður lagt aftrat.

 

Tóri R Jacobsen er leiðari í Nes Sóknar Musikkskúla.