Nýggj útstykking Undir Gerðhamri

Vinnandi uppskotið til navn á nýggjari útstykking í Hvannasundi eigur Eyðun Gullaksen.

Í november í fjør skrivaði Hvannasunds kommuna út eina navnakapping um navn til eina nýggja útstykking í Hvannasundi.

 

Útstykkingin er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti, tey rópa. 

 

- Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið, søgdu tey í kommununi, tá bjóðað varð til kapping um navnið.

 

Uppskot skuldu verða kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 3. desember 2021 klokkan 13, og virðisløn á 3000 krónur verður latin vinnandi uppskotinum.

 

Tá tíðarfreistin var farin, hevði Hvannasunds kommuna fingið níggju uppskot, og nú er vinnarin av navnakappingini funnin. 

 

Á bygdaráðsfundi í gjár varð gjørt av, at nýggja útstykkingin í Hvannasundi skal eita Undir Gerðhamri, og vinnandi uppkotið eigur Eyðun Gullaksen, Hattarvík.

 

##med2##

 

 

 

Nýggja útstykkingin er staðsett í økinum millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti.