Bakkafrost eigur Førka, ið hevur sett sær sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu. Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.

Nýggj verkætlan: Førka framleiðir orku úr matleivdum

Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av einari nýggjari royndarverkætlan.

Bakkafrost eigur Førka, ið hevur sett sær sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu. Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommunu.

 

- Hetta samstarv vísir, at vit hava útgerðina at taka ímóti matleivdum og skapa orku úr matvørum, sum annars fara fyri skeyti. Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast, og Tórshavnar kommuna heintar hetta serskilt til okkum.

 

Tað sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari hjá Førka.

 

Hann vísir á, at tað vóru nakrar óvissur við verkætlanini. Millum annað var ivasamt, um Førka skuldi keypa nýggja útgerð fyri at kunna taka ímóti matleivdunum frá ymisku veitarunum. Hetta vísti seg tó at vera óneyðugt.

 

- Hetta er ein sigur fyri okkum, tí nú hava vit staðfest, at tað riggar. Næsta stig er at flyta hetta frá at vera ein royndarverkætlan til at fáa fleiri aktørar við, eitt nú matvøruhandlar, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

- Tað er upplagt at halda fram, men samstarvið millum partarnar er avgerandi fyri at fáa gongd á, sigur rakstrarleiðarin hjá Førka.

 

Tað er Bakkafrost, sum eigur biogassverkið. Høvuðsendamálið hjá Førka er at framleiða el, hita og tøð úr lívfrøðiligum tilfari frá aling og landbúnaði.

 

Bakkafrost hevur sett sær sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu, og Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.

 

Bakkafrost eigur Førka, ið hevur sett sær sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu. Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.