Runavíkar kommuna vil hava nøkur nýggj vinnustykki á Rituvíkshálsi.
Í síðstu viku skrivaði kommunan undir sáttmála við felagið Verkon FA, sum Lars í Dalinum eigur.
Sáttmálin fevnir um útstykking av fýra vinnustykkjum á Rituvíkshálsi.
Sambært Runavíkar kommunu eru hesi fýra stykkini ávikavist 593, 575, 611 og 894 fermetrar til stór.
- Eftir ætlan verður farið í holt við arbeiðið skjótast gjørligt, og væntandi verður arbeiðið liðugt móti ársenda, siga tey í Runavíkar kommunu.
##med2##