Í samband við at nýggi salurin hjá Brøðrasamkomuni í Runavík, BERØA, verður tikin í brúk, bjóðar samkoman til almenna móttøku í nýggja salinum leygardagin 2. apríl.
Móttøkan byrjar klokkan 12 við einum tiltaki fyri børn, har børnini eisini fáa bjóða eina barnamenu. Klokkan 14 heldur skráin fram við góðum felagssangi, stuttum boðskapi og solosangi. Síðani heldur skráin fram allan dagin, har røður og sangur er á skránni við ymiskum gestasangarum.
Klokkan 16 vitjar borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, og heldur røðu, har Magnus Rasmussen eisini kemur at luttaka.
Klokkan 18 fer Poul Jóhan Djurhuus at bera fram eina heilsan, og Miðnáttasangbólkurin syngur. Skráin endar klokkan 20 við gestasangarum úr Nebo, og trúboðin, Petur á Roykheyggi, endar móttøkuna við einum boðskapi. Í kjallaranum verður Café opin allan dagin, har øll eru vælkomin.
Sí skránna á facebookvanganum hjá Berøa Saltangará og hjá Poul Jóhan Djurhuus.