Nýggja felagið hevur einki stig vunnið

1. DEILD: Í gjárkvøldið vann næstbesta liðið hjá B68 ímóti FC Hoyvík

Lagið var gott í heimaleguni á Svangaskarði í gjárkvøldið, eftir at B68 liðið í 1. deild hevði vunnið 2-1 ímóti FC Hoyvík og framvegis er ósigrað Mynd: B68

Tað gongur einki serligt hjá FC Hoyvík, sum í vetur legði saman við Undrið FF og yvirtók plássið í næstbestu deildini hjá Undrið FF.

 

Í fyrsta umfari tapti FC Hoyvík 4-3 í Klaksvík, tá ið heimaliðið sjey minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.

 

Í gjárkvøldið spældi FC Hoyvík aftur á útivølli. Tað var á Svangaskarði ímóti B68. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Petur Frank Holm gestirnar á odda eftir upplegg frá Fróða Pæturson Rasmussen, men síðstu 10 minuttirnar vendi heimaliðið gongdini.

 

Innskifti Hilmar á Regni Højgaard javnaði eftir upplegg frá Hjarnar Johansen, og 18 ára gamli Hjarnar Johansen varð fyri fyrstu ferð málskjútti í næstbestu deildini, tá ið hann tríggjar minuttir undan leikloki skoraði 2-1 sigursmálið.

 

B68 er uppflytari í næstbestu deildini, og tað hevur gingið væl í tveimum teimum fyrstu umførunum. Í fyrsta umfari endaði tað málleyst á útivølli ímóti NSÍ, og í gjárkvøldið vunnu toftamenn í dystinum, sum sær  út til at verða tann einasti nógvu teir næstu dagarnar. Í gjár boðaði FSF frá, at eingin fótbóltur verður um vikuskiftið, tí tað verður roknað við kava og frosti.

 

Lagið var gott í heimaleguni á Svangaskarði í gjárkvøldið, eftir at B68 liðið í 1. deild hevði vunnið 2-1 ímóti FC Hoyvík og framvegis er ósigrað Mynd: B68