Nýggja forsetaflogfarið hjá USA ikki klárt fyrr enn í 2024

Donald Trump hevur sagt seg harmast um prísin, men nú er avtala í hús við Boeing um at keypa tvey nýggj jumbojet, sum skulu loysa av tey bæði eftir hondini gomlu Air Force One-floførini, sum standa tøk til amerikanska forsetan.

Men vegna umfatandi modifikatiónir, sum krevast fyri at bjóða heimsins mest maktfulfkoma ferðamanni umborð, verður roknað við, at flogførini ikki verða klár fyrr enn í 2024.

Tað skrivar AP.

Prísurin fyri flogførini er ikki almannakunngjørdur, men Donald Trump, forseti, hevur fyrr sagt seg harmast um høga kostnaðin fyri at endurnýggja Air Force One-flotan.

Einaferð hótti hann rætt og slætt við at siga avtaluna upp við Boeing, sum var fingin upp á pláss áðrenn hann tók við forsetaembætinum, um tað ikki eydnaðist at fáa ein betri prís.

Og tað hevur so eftir øllum at døma eydnast.

– Vit hava gjørt eina rættiliga góða avtalu, og eg eri nøgdur, sigur Heather Wilson, ráðharri við ábyrgd fyri amerikanska flogvápninum.

Ordrin snýr seg um tvey flogfør av slagnum 747-8, sum Boeing hevur standandi, tí eitt russiskt flogfelag, sum bílegði tey í 2013, er farið á heysin.

Flogførini hava tí, síðani tey fóru av vermsmiðjuni, staðið óbrúkt í einum hangari.

Almenni prísurin fyri eitt 747-8 flogfar er slakar 390 milliónir dollarar, men í hesum føri er prísuin fyri tey bæði eftir øllum at døma lægri, skrivar amerikanski miðilin CNBC.

Men oman á sjálvan keypsprísin skulu leggjast munandi útreiðslur fyri at útgera flogførini við mest framkomnu tøkni innan samskiti, verju og trygdarúgerð.

Í desember fanst Trump harðliga at fíggjarætlanini, sum varð avtalað fyri at skifta út tey bæði Air Fore One flogførini.

– Boeing byggir heilt nýggj 747 Air Forc One fyri framtíðar forsetar, men útreiðslurnar eru uttan ábygrd. Fleiri enn fýra milliardir dollarar. Avlýsið tey!, skrivaði hann á Twitter.

Ein mánað seinni upplýsti Trump og Boeingstjórin, Dennis Muilenberg, at teir báðir á einum fundi um ætlanina høvdu gjørt »stór framstig« fyri at halda útreiðslunum niðri.

Síðani fóru samráðingarnar í gongd millum Boeing og Pentagon.

Tey tvey núverandi flogførini hava flogið við amerikanskum forsetum síðani 1991 og 1993 og nærktast ellisárum, sum vanliga er um 30 ár.

Men vegna umfatandi modifikatiónir, sum krevast fyri at bjóða heimsins valdsmiklasta ferðamanni umborð, verður roknað við, at flogførini ikki vera klár fyrr enn í 2024.

/ritzau/