Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum gjørdist ein kastibløka millum friðingarnevnd og politiska myndugleikan í sambandi við útbygging av frystigoymsluni, er komið á mál við útbyggingini.
Ólavur Bjarkhamar, sum er arbeiðsformaður í Varðanum Pelagic, sigur, at tað hevur stóran týdning, at tey nú kunnu taka nýggju frystigoymsluna í brúk.
- Vit hava ein kapasitet upp á 5-6000 tons í dag, og vit fara at fáa eini 7-8000 tons afturat, sigur Ólavur Bjarhamar og vísir á, at tað hevur verið trupult, at tey higartil hava verið noydd til at flyta fiskin millum frystigoymslur:
- Tað hevur verið ómetaliga trupult fyri okkara sølufólk, logistikfólk og goymslufólk, at umstøðurnar hava verið trongar. Nýggja frystigoymslan fer at betra um arbeiðsgongdina hjá okkum, sigur Ólavur Bjarkhamar.
Nýggja frystigoymslan hjá Varðanum Pelagic verður tikin í nýtslu í morgin.
Hoyr alla samrøðuna við Ólav Bjarkhamar við at trýsta á pílin undir myndini.