Nýggja svenska stjórnin vil nýta kjarnorku

Svøríki skal í framtíðini gera fleiri íløgur í kjarnorku.

 

Tað skulu millum annað byggjast nýggir kjarnorkureaktorar við Ringhals-kjarnorkuverkið stendur í stjórnargrundarlagnum hjá nýggju svensku stjórnini. - Foto: Björn Larsson Rosvall/Ritzau Scanpix

Soleiðis eru í øllum førum ætlanirnar hjá nýggju svensku stjórnini, sum í gjár varð kunngjørd á tíðindafundi.

Ebba Busch, sum er oddafólk í einum av samgonguflokkunum, Kristindemokratunum, segði í gjár, at tað eftir ætlan skulu byggjast fleiri kjarnorkureaktroar.

Nýggja svenska stjórnin verður undir leiðslu Ulf Kristersson úr Moderatunum. Umframt Moderaterna og Kristindemokratarnar eru Liberalarnir eisini í stjórnini.

Flokkarnir ætla, at Svøríki skal skifta kós frá at miða ímóti 100 prosent »varandi orku« til at miða ímóti 100 prosent »lívrunnari orku« Tað sæst í felags stjórnargrundarlagnum hjá flokkunum.

/ritzau/

 

 

Tað skulu millum annað byggjast nýggir kjarnorkureaktorar við Ringhals-kjarnorkuverkið stendur í stjórnargrundarlagnum hjá nýggju svensku stjórnini. - Foto: Björn Larsson Rosvall/Ritzau Scanpix