Sjúkrahúsverkið skrivar, at uppskotini vóru bæði kreativ og væl grundað.
Nakrar treytir vóru settar til navnið. Tað skuldi vera stutt, lætt at siga og minnast, helst uttan serføroyskar bókstavir, og tað skuldi fevna breitt um heilsuverkið og hava ein positivan týdning.
Valið fall á VITA.
Navnið er stutt, greitt og lætt at minnast. Samstundis hevur tað ein sterkan og positivan týdning. Vita merkir “lív” á latíni, meðan orðið á føroyskum eisini sipar til at vita – til vitan, innlit og kunnleika.
Navnið fevnir sostatt um fleiri týdningar, sum samsvara við endamálið við loysnini:
Vita - lív, sum vísir til heilsu, umsorgan og lívsgóðsku
Vitan - kunnleiki og faklig vitan, sum er grundarlagið undir arbeiðinum í heilsuverkinum
Viti - leiðandi ljós og trygd, sum vísir á kós og samanhang í skipanunum
Samanlagt ímyndar navnið bæði tann menniskjaliga partin og ta fakligu vitanina, sum ein slík talgild loysn skal savna og gera atkomuliga.
Heitið hóskar eisini væl til talgildar loysnir og visuella framseting, til dømis í sambandi við eina app til borgarar.
Við navninum VITA fær nýggja heilsuloysnin ein greiðan samleika, sum skal fylgja arbeiðinum við at menna eina modernaða og samanhangandi talgilda heilsuloysn í Føroyum. Málið er at skapa betri samanhang millum skipanir og gera tað lættari hjá bæði starvsfólkum í heilsuverkinum og borgarum at brúka talgildu heilsuloysnirnar.
Strategibólkurin hjá Talgild Heilsa hevði uppgávuna at velja navnið millum innkomnu uppskotini. Fleiri av innkomnu uppskotunum vóru tey somu, og tí varð avgjørt at draga lut millum hesi. Og vinnarin av navnakappingini gjørdist Landsapotekarin.












