Her í Dalinum Langa í Hoyvík skal nýtt røktarheim byggjast

Nýggjan dagstovn á Argjum og røktarheim í Hoyvík

Nýggj viðarlund á Argjum og Havnará skal latast upp

 

Her í Dalinum Langa í Hoyvík skal nýtt røktarheim byggjast

Tað eru nøkur av málunum, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við í løtuni, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu.

– Tað er stórur tørvur á nýggjum barnagarði á Argjum, og teir báðir, sum eru har frammanundan, eru í ringum standi, sigur Tróndur Sigurðsson.

Eitt nýtt røktarheim skal byggjast í Hoyvík.

– Tað skal liggja í Dalinum langa, sum er økið millum vinnuøkið við Vegin Langa og býlingin við Myllutjørn. Og har fer tað at liggja væl fyri, heldur Tróndur Sigurðsson.

Ein mál, sum arbeitt verður við er ein viðarlund í geiranum undir Hamarinum á Argjum og heim ímóti Albert Hall.

Og so er tað gamla málið um Havnará, sum Tróndur Sigurðsson tók uppaftur í valstríðnum. Hann sigur, at arbeitt verður ímóti at gera eina á oman á ánni. Áin er enn ov skitin at lata upp, og tí verður arbeitt við at leggja eina á oman á ánni við rennandi vatnið. Áin verður frá Sparikassabygninginum við Sverrisgøtu og oman móti standmyndini av Rasmusi Effersøe.

– Tað verður arbeitt av øllum alvi, og eg vænti, at farið verður í gongd fyri summarfrítíðina, og hetta fær ikki ávirkan á ferðsluna, sigur hann.

Spurdur um ætlanin ikki er at fara oman eftir Áarvegnum, sigur Tróndur Sigurðsson, at tað verður ikki í hesi syftu.

– Tað krevur størri ferðslubroytingar. Vit fáa nú at síggja, hvussu hesin fyrri parturin fer at rigga.

 

 

Her í Dalinum Langa í Hoyvík skal nýtt røktarheim byggjast