Nýggjan vøll á Djúpumýru

Nýggi vøllurin er munandi betri fyri umhvørvið.

Seinnapartin í dag skrivaði Klaksvíkar kommuna undir sáttmála við P/F Føroya Møblasøla, um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Djúpumýru. Talan er um ein vøll av merkinum DOMO. 

 

Í mun til tann vøllin, sum verður nýttur í dag, hevur nýggi vøllurin sand og børk sum ífyllu, ístaðin fyri gummigranulat, ið vanliga hevur verið brúkt. Hetta merkir, at nýggi vøllurin er munandi betri fyri umhvørvið.

 

Eftir ætlan byrjar arbeiðið at skifta vøllin um hálvan juni. Arbeiðið skal vera liðugt síðst í juni, soleiðis at hetta ikki ávirkar luttøkuna hjá KÍ í evropeiskum høpi.