Fyrra myndin er tikin í februar í ár. Seinna er tikin á sama staði hin 12. mars. Myndirnar eigur Maxar Technologies. Myndirnar vísa, at russar grava skotgravir - til verju móti ukrainskum álopum.

Fylgisveinamyndir avdúka russiskan ótta á Krim

Tað er mangt, sum bendir á, at russar stúra fyri, at Ukraina fer at royna at taka Krim-hálvoynna aftur, sum russar ólógliga hertóku í 2014. Hetta avdúka nýggjar fylgisveinamyndir.

Fyrra myndin er tikin í februar í ár. Seinna er tikin á sama staði hin 12. mars. Myndirnar eigur Maxar Technologies. Myndirnar vísa, at russar grava skotgravir - til verju móti ukrainskum álopum.

Fylgisveinamyndirnar avdúka, at Russland nú roynir at styrkja verjuna av Krim-hálvoynni, tí stúrt verður fyri, at Ukraina fer at royna at taka oynna aftur. 

 

Tað er Washington Post, sum hevur almannakunngjørt fylgisveinamyndir hjá fyritøkuni, Maxar Technologies. Myndirnar vísa, at russiski herurin fyrireikar seg til at verja oynna.

 

Myndirnar vísa, at russar hava grivið fleiri kilometrar við skotgravum fram við strondini við lítlu bygdina, Medvedivka.

 

Pensjóneraði generalloytnanturin í Noregi, Arne Bård Dalhaug, heldur, at fylgisveinamyndirnar vísa, at russar stúra fyri ukrainskum álopum á oynna, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.

 

Krim hevur stóran strategiskan týdning í Svartahavinum, og Russland hevur stóra herflotastøð í havnarbýnum, Sevastopol á Krim. Tað er eisini av Krim, at Russland fær stórar veitingar til krígsførsluna í Ukraina.

 

Strategiska plaseringin ger eisini, at Krim kann gerast eitt av veiku punktunum hjá Russlandi, og tað eru serfrøðingar, sum halda, at russiski forsetin, Vladimir Putin, skjótt kann missa eftirlitið yvir oynni.

 

Seinastu tíðina hevur verið økt hernaðarligt virksemi við oynna, og serfrøðingar halda, at russar stúra fyri álopum. Nú hevur so Washington Post avdúkað, at russar gera seg út til at verja oynna.

 

Greinin, sum umrøður russisku fyrireikingarnar til verju av Krim og óttan, sum tykist vera í Russlandi um framtíðina hjá oynni, kann lesast um hesa leinkju, sum er úr norska Dagbladet - https://www.dagbladet.no/nyheter/avslorer-russisk-frykt/78933606

 

Í greinini eru eisini aðrar fylgisveinamyndir, sum vísa, at Russland fyrireikar seg til ukrainskt álop á oynna.

 

 

 

 

 

Fyrra myndin er tikin í februar í ár. Seinna er tikin á sama staði hin 12. mars. Myndirnar eigur Maxar Technologies. Myndirnar vísa, at russar grava skotgravir - til verju móti ukrainskum álopum.