Í apríl/ mai í ár vórðu tveir royndartúrar gjørdir við partrolarunum, Heyki og Falki. Túrarnir vórðu gjørdir í samstarvi millum Havstovuna, Vørn, Vónina og Faroe Origin, sum eigur skipini.
Endamálið við túrunum var at kanna, hvørja ávirkan skiljirist hevur á veiðina eftir upsa, og í hvønn mun ristin skilir smáan upsa úr veiðini.
Meðan royndirnar vórðu gjørdar, sluppu skipini at fiska í stongdum kassum.
Skipini høvdu tilsamans 46 tóv - 21 uttan rist og 25 við rist, har ristin skuldi skilja smáa upsan burtur úr. Miðalstøddin á upsanum var 3 sentimetrar størri við rist (57,6 sentimetrar) enn uttan rist (54,6 sentimetrar).
Havstovan sigur í frágreiðing um verkætlanina, at veiðan av smáum upsa (smærri enn 55 sentimetrar) var munandi minni við rist enn uttan rist.
Ristin skilti umleið 60% (í vekt) av upsa smærri enn 55 sentimetrar frá. Miðal veiðiparturin í tali av ungfiski (smærri enn 55 sentimetrar) var 53%, tá rist ikki varð brúkt og 29%, tá rist varð brúkt. Eingin munur var á veiðini fyri stóran upsa.
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at ætlanin er at gera eina nýggja roynd við skiljirist í trolinum í januar, og ætlanin er, at Heykur og Falkur skulu verða við aftur í hesum royndum.
- Jú, tað er ikki óhugsandi, at møguleikar verða fyri at loyva veiði við rist í onkrum av stongdu økjunum, men hetta er eitt mál, sum má takast upp til viðgerðar millum viðkomandi partarnar fyrst, sigur stjórin á Havstovuni.
Lítil ivi er um, at teir, sum eiga partrolararnar og lemmatrolararnar bíða spentir eftir nýggju royndunum.
Umleið 40% av landgrunninum út á umleið 200 metra dýpi er stongdur fyri trolveiði, og hetta ger, at teir, sum eiga og reka trolararnar, kenna seg avmarkaðar.