Nýggjar upplýsingar útsettu dómin

Dómurin í málinum móti 42 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri siðamisbrot, var í morgun útsettur í óásetta tíð.

Dómurin í málinum móti 42 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri siðamisbrot, var í morgun útsettur í óásetta tíð.

 

Dómarin greiddi frá, at nýggjar upplýsingar vóru komnar fram í málinum. Løgreglan hevði tí avgjørt at taka málið upp aftur til viðgerð og eftirkanna hesar nýggju upplýsingarnar.

Sambært dómaranum snýr tað seg ikki um nýggjar ákærur, men hinvegin um at tíðarfesta, nær maðurin hevur verið í Føroyum.

 

Í Føroya rætti í síðstu viku, var stór óvissa um, hvørt ákærdi var í Føroyum hesa tíðina, hann er ákærdur fyri at hava misnýtt gentuna. Ákærdi sjálvur segði seg veruliga ikki vita, júst nær hann var í Føroyum, tí at hann búleikaðist eina tíð uttanlands um tað mundi, gentan sigur seg verða misnýtta av honum.

 

Bæði ákærin og verjin royndi at skjalprógva, hvar maðurin man hava verið staddur hesa tíðina, men tað vísti seg at vera ógjørligt at koma til eina greiða niðurstøðu hesum viðvíkjandi. Men sum skilst, eru nú nýggjar upplýsingar komnar í málinum hesum viðvíkjandi.

 

Løgreglan fer nú undir at kanna hesar nýggju upplýsingarnar, og dómur í málinum er tí útsettur, inntil málið er liðugt kannað.