Eins og undanfarin ár eru møtir um vikuskiftið á snikkaraverkstaðnum hjá Buli á Signabø.
Byrjað verður í kvøld klokkan 20. Talarar eru Poul Færø, Arni Simonsen, Jóan Magnus Rasmussen og Jákup N. Olsen.
Sangluttøka við kvartett úr Ebenezer og Betesda verður bæði í kvøld og í annaðkvøld klokkan 20.
Á møtinum, sum verður sunnukvøldið klokkan 19, fer Manskórið úr Ebenezer at syngja.
Sum nakað nýtt í ár verður barnamøti í morgin - leygardagin klokkan 17 - við Siri Hjørleifsdóttir og øðrum.