- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa verkætlan, hóast nógvir ótryggir faktorar eru í fiskivinnuni. Hetta er eitt gott skip, sum hevur fiskað væl og sum bara hevur havt ein eigara, sigur Birgir Lützen.

Nýggju aktørarnir eru komnir í gongd

- Vit hava keypt skipið fyri 65 miljónir krónur, so hetta er ein stór íløga. Vit trúgva, at hetta fer at bera til, men vit ásanna eisini, at við slíkari vinnu eru nógvir ótryggir faktorar, sigur Birgir Lützen.

 

- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa verkætlan, hóast nógvir ótryggir faktorar eru í fiskivinnuni. Hetta er eitt gott skip, sum hevur fiskað væl og sum bara hevur havt ein eigara, sigur Birgir Lützen.

Føroyska uppsjóvarvinnan hevur fingið tvey skip aftrat í fiskiflotan - ella tveir nýggjar aktørar, sum onkur vildi sagt - og bæði skipini eru longu farin til fiskiskap. Talan er um skip, sum eru keypt sambært loyvi úr Fiskimálaráðnum um kvotur til ítøkiligt skipakeyp.  

Skipini eru Ango, sum vágbingar hava keypt og Birita, sum hevur heimstað í Havn. Ango, sum er fyrrverandi Junior úr Hirtshals, bygdur í ár 2000, hevur higartil gjørt tveir túrar, men hevði um dagarnar trupulleikar við pakkdósini.   

 

Birita hevur verið sín fyrsta túr á sildaveiði í íslendskum sjógvi og lá í endanum av hesi vikuni á Havnini og bíðaði eftir landingartørni. Tá Birita verið á fiskileið í stívliga eitt samdøgur, høvdu teir umleið 1000 tons av sild.   

 

11 mans verða umborð á Biritu hvønn túrin, men henda túrin eru teir 13, tí norðmenn, sum hava selt skipið til Føroya, eru eisini við á hesum túrinum. Tað er felagið Gráisteinur, sum eigur Biritu, og høvuðspersónurin aftan fyri hesa spennandi verkætlan er royndi skiparin, Birgir Lützen.   

 

Skipið, sum er fyrrverandi Havfisk, bygdur í ár 2000, er klassað og er sambært nýggja eigaranum í sera góðum standi. Birita er 60 metrar long og 13 metrar breið. Skipið lastar eini 1600 tons av sild og makreli, tá fiskurin liggur í kølitangum og eini 2000 tons, tá talan er um svartkjaft til ídnað. 

 

Uppsjóvarskipið hjá Gráasteini er uppkallað eftir yngstu dóttir stigtakarans. Birgir Lützen, sum er føddur hin 1. oktober í 1964, hevur siglt alt sítt lív, og í eini 20 ár sigldi hann sum skipari í Kanada. 

 

- Eg havi ongantíð átt skip sjálvur, men eg havi havt útróðrarbátar. Nú havi eg so keypt mær mítt egna skip, og eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út. 

 

Tað var annars Birgir Lützen, sum gjørdist fyrsti skipari umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra, men henda kjansin hevur havt sagt frá sær aftur. Í samrøðu, tá hann varð settur sum fyrsti skipari við Jákupi Sverra, segði hann, at nú verður tað ikki bara fiskur, men hagtøl, sum farið verður eftir.

 

Men, royndi skipari gjørdist ikki gamal umborð á Jákupi Sverra, og nú er tað aftur fiskurin og tonsini - og ikki bara hagtølini - sum telja.

 

- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa verkætlan. Hetta er eitt gott skip, sum hevur fiskað væl og sum bara hevur havt ein eigara, sigur hann.

 

Tað eru brøðurnir úr Kvívík, Tórfinn Debes Davidsen og Sámal Debes Davidsen, sum saman við Birgiri Lützen fara at føra Biritu. Á hesum fyrsta túrinum var Birgir ikki við sjálvur.

 

- Vit eru púra leysir av øllum bindingum, og Birita fer at landa sildina, har mest fæst fyri hana. Akkurát nú fáa skipini nógva sild, og tí er eisini nógv sild í útboði. Hetta kann ávirka prísin, men ráfiskaprísirnir hava sum heild verið rættiliga góðir í heyst, sigur Birgir Lützen.

 

##med2##

 

- Eg eri ógvuliga spentur upp á hesa verkætlan, hóast nógvir ótryggir faktorar eru í fiskivinnuni. Hetta er eitt gott skip, sum hevur fiskað væl og sum bara hevur havt ein eigara, sigur Birgir Lützen.

Myndin er tikin umborð á Biritu á fyrsta túri hjá nýggju eigarunum í íslendskum sjógvi.