Nýggjur Aygo X við nógvari trygdarútgerð

Ein nýggjur Toyota er komin á føroyska marknaðin og kann nú síggjast og roynast hjá Reyni Service.

 

Toyota Aygo hevur í mong ár verið ein av mest seldu bilum í Evropa. Bilurin varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Genéve Motorshow í mars 2005.

 

Hesin nýggi er størri og rúmligari. Hann er bæði longri, breiðari og hægri enn tann Aygo, sum vit kenna. 

 

Tað, at bilurin er høgur at sita í og hevur smart design, ger Aygo X til ein unikan mikrobil í SUV-stili. Bilurin er gjørdur í Evropa til evropearar.

 

Toyota Aygo sær rættiliga sermerktur út, og litsamansetingin er eisini heilt serlig. Líkamikið, hvønn lit bilarnir hava, so eru teir svartir aftan, og takið er svart.

 

Motorurin er ein 1.0 litra við 3 sylindarum og 72 HK. Hann er økonimiskur og reinur, Co2-útlátið er 110 g/km.

 

##med2##

 

Toyota hevur nú eina røð av Cross modellum, t.v.s. bilum í SUV-stíli, sum eru høgir frá vegnum.

 

- Vit hava Aygo X, sum er ein Cross. Síðan er tað Yaris Cross, og seinni í ár kemur Corolla Cross, sum í stødd er millum Yaris Cross og tann størra RAV4.  

Bilurin hevur nógva trygdarútgerð sum standard sum eitt nú adaptivan fartpilot, neyðbremsu sum bremsar fyri fótgangarum og teimum á súkklu.

Toyota Aygo X er komin til landið og kann nú síggjast og roynast hjá Reyni Service. 

 

##med3##

 

Líkamikið, hvønn lit bilarnir hava, so eru teir svartir aftan, eins og takið er svart.