Nýggjur brandskúli stovnaður í Havn

Í hesum døgum skipar Brandstøðin í Havn fyri skeið í eldsløkking. Hetta er fyrstu ferð slík undirvísing fer fram í Føroyum. Ætlanin er at Brandskúlin skal virka fyri, at allir brandmenn í kommununalu umsitingunum í Føroyum fáa grundskeið í eldsløkking

Seinastu tríggjar vikurnar hava 13 brandmenn á støðini í Havn verið á skeið, sum fríggjadagin endar við prógvtøku.

Peter Seloy Jensen, brandmeistari sigur, at skeiðið er at sammeta við at fáa koyrikort, har næmingarnir læra ástøði og gera praktiskar royndir. Síðan verður farið til skrivliga og munnliga roynd.

Higartil hava brandmenn verið á Brandskúla í Danmark, har møguleikar eru fyri at fáa grundskeið í eldsløkking og ymiskum øðrum, sum hevur við hetta arbeiðið at gera.

Brandstøðin í Havn hevur útbygt virksemið í seinastuni. Teir hava fingið nýggjan brandbil, og eisini er innrættað eitt undirvísingarhøli, har næmingarnir fáa ástøðiligu undirvísingina.

Síðan eru tað praktisku royndirnar, sum fara fram á venjingarstøð á Sundi, har tríggjar bingjur, sum skulu ímynda sethús, eru uppsettar.

Bingjurnar eru klæddar við viði innan, og eru soleiðis innrættarðar, at tað ber til tekniskt at stýra eldinum, so brandmenninir fáa eina veruliga mynd av, hvussu eldur í sethúsum o.ø. bygningum virkar, og hervið læra teir um ymisk sløg av eldsløkking.

­ Hetta er nakað nýtt, sum vit ikki hava roynt áður, sigur brandmeistarin. ­ Ætlanin er, at tá vit eru lidnir at útbúgva okkara fólk, skulu brandmenn innan kommunalu umsitingarnar í Føroyum, eisini fáa høvi at fara á skeið á Brandstøðini í Havn, sigur Peter Seloy Jensen.

Á skeiðnum hesaferð eru skeiðleiðarar frá Løgregluni, brandmeistarin og eitt umboð fyri Beredskabsstyrelsen í Danmark.

Einir 30 brandmenn eru á Brandstøðini í Havn. Av teimum eru umleið fimm - seks mans, sum hava til góðar at fara á brandskeið.

Grundskeiðið í eldsløkking er góðkend útbúgving. Tað merkir, at um menn vilja fara víðari í hesi útbúgving í øðrum landi, so gevur hetta grundskeiðið atgongd at sleppa inn á brandskúlar, sigur Peter Seloy Jensen.

Fríggjadagin fáa teir 13 næmingarnir, sum eru á brandskúla í løtuni, prógv. Hetta er samstindis fyrstu ferð, at slíkt prógv verður latið í Føroyum.