Nýggjur brellbiti: Føroyar sum Neverland í Peter Pan

Føroyar hava stóran leiklut í nýggja filminum

28. apríl kemur nýggjur filmur út um Peter Pan, sum flest øll kenna frá teknifilmi. Nýggi filmurin kallast "Peter Pan & Wendy".

 

Fyrsti trailarin kom út síðst í februar, og har sást, at Føroyar eru við sum kolissa í filminum. Vit síggja bæði Trælanípuna, Mikines og Risan & Kellingina.

 

Nú er enn ein trailari komin út, og her síggja vit væl meira av Føroyum. Føroysku oyggjarnar hava nevniliga ein heilt sentralan leiklut sum "Neverland".

 

Nýggi filmurin verður at síggja á Disney+ hin 28. apríl.

 

Hygg at trailaranum her:

 

##med2##