Model X er tann nýggjasti elbilurin frá Tesla. Model X er ein fýrahjólsdrivin elbilur við 90 kWh battarí og koyrir 470 km upp á eina løðing. Bilurin er óvanliga kvikur, hann koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 3,4 sekund.
Bilurin hevur trý røð av setrum og sitipláss til 7 vaksin og pláss til teirra viðføri. Sum nakað heilt serligt, hevur Model X tað teir nevna Falcon Wings. Hurðar, sum í staðin fyri at fara út ella til síðuna, fara upp eftir. Hetta gevur góða atgongd til bæði tey aftastu og mittastu setrini.
Amerikanska verksmiðjan Tesla Motors Inc. varð stovnað í 2003 av verkfrøðingum frá háteknologisku háborgini í USA, Silicon Valley. Høvuðssætið hjá Tesla Motors er í Palo Alto í Kalifornia.
Eftir ætlan kemur Tesla Model X á marknaðin seinni í hesum árinum.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/