Nýggjur Frederiksberg staðfesti sigurin

1. DEILD: Skála vann í kvøld tryggan heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá B36

Mynd: Skála Ítróttarfelag

3-0. Tað var úrslitið, tá ið favorittarnir á Skála í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Úrslitið ber við sær, at Skála hevur 9 stig og er saman við Víkingi og KÍ oddalið, nú øll liðini hava spælt fýra dystir.

 

Fyri einari stórari viku síðani, 3. apríl, fylti Jákup Pauli Frederiksberg 19 ár. Í ár er hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Skála. Í tveimum teimum fyrstu dystunum var hann millum teir fyrstu ellivu. Tá var hann í 1-0 heimatapinum ímóti FC Hoyvík so óheppin at gera sjálvmál. Tað var einasta málið ta ferðina, og tá vann FC Hoyvík altso 1-0.

 

Leygardagin varð hann skiftur inn í 1-0 sigrinum á útivølli ímóti NSÍ, og í kvøld varð hann skiftur inn í síðsta minutti av vanligu leiktíðini, og tá ið stóripinnur hevði verið gott og væl tríggjar ferðir runt aftrat, staðfesti Jákup Pauli Frederiksberg 3-0 heimasigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði mál fyri besta liðið á Skála.

 

At máltevinum einki bilar hevur hann víst undanfarnu árini á U-21 liðnum. Og hann hevur ikki máltevið frá fremmandum. Pápin er Jónhard Frederiksberg, sum sambært faroesoccer skoraði 53 mál í bestu deildini. Hann spældi 395 dystir í bestu landskappingini. Tey fyrstu árini, tá ið Skála fyrst í hesi øldini var upp á tað besta, var hann álopsspælari, og seinni var hann vongverji.

 

B36 var væl við og helt tørn, inntil ein lítil tími var farin. So skoraði Skála eftir lítlari løtu tvey mál. Merkisvert var tað, at báðir málskjúttarnir undan hesum kappingarárinum fluttu úr NSÍ og yvir á Skála.

 

Meinhard Janusarson setti hol á. Tá átti Marjus Nón uppleggið, og Marjus Nón økti um leiðsluna til 2-0. Tá átti Ari Ó. Ellingsgaard uppleggið, og so var tað, tá ið Jákup Pauli Frederiksberg hevði avloyst Ara Ó. Ellingsgaard, at 3-0 heimasigurin varð staðfestur.

 

Leygardagin fær Skála vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Eftir fýra umfør hevur B36 trý stig – i fyrsta umfari vann B36 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Leygardagin fær B36 vitjan av NSÍ.

 

Mynd: Skála Ítróttarfelag