Nýggjur HR-V frá Honda

Ein av nýggju bilunum á marknaðinum er Honda HR-V. Hesin er triðja ættarlið av HR-V, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998.

 

Designið er stílreint og einfalt í nýggja designstílinum hjá Honda. Bilurin fæst í útgávunum Elegance, Advance og Advance Style.

 

Hetta er ein full-size 5-persóna bilur, sum er væl innrættaður. Umframt viðførisrúmið, sum er 304 litrar, hevur bilurin sonevnda Magic Seats, har baksetrini verða ein partur av viðførisrúminum.

 

Í Advance útgávuni er bilurin sera væl útgjørdur við eitt nú Led-lyktum, automatiskum gearum, partvís leðursetur, adaptivum fartpiloti, el-baklúku, hita í róðri, magic seats, 9” Touch-skíggja við bakkikamera, bluetooth, el-rútar og el- spegl, hita í setrum, tráðleyst Apple-Carplay, Active City Brake og Honda Connect ljóð.

 

##med2##

 

18" hjól eru standard í øllum útgávunum. 

 

HEV-hybrid konseptið hjá Honda við bensin og elmotori gevur tilsamans 131 HK og bilurin koyrir 20,4 km/l. Hann koyrir mest upp á elmotorin, meðan bensinmotorurin er meira sum ein generator. 

 

Stórur eftirspurningur er eftir bilinum, sum fær sera góð ummæli frá motorjournalistum.

 

##med3##

 

Honda HR-V kann síggjast og roynast hjá Nordbil. Prísur úr kr. 419.750.

 

##med4##