Nýggi Hyundai Tucson er nú komin á føroyska marknaðin. Talan er um ein SUV við nýggja designstílinum hjá Hyundai.
Hyundai Tucson fæst við kvikum og økonomiskum bensin- og dieselmotorum, sum eru nýggir og lúka strangasta Euro normin fyri CO2 útlát.
Frá Hyundai verður sagt, at Tucson skal marknaðarførast sum ein væl útgjørdur bilur til kappingarføran prís. Málið hjá Hyundai er at hava so nógvar ymiskar bilar, sum kunnu kappast í øllum klassum.
Hyundai Tucson er upprunaliga frá 2004, men í 2009 skiftu teir navn til Hyundai ix35. Nú eita teir so aftur Tucson.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/