Nýggjur jólasangur frá Ronnie

Jólini nærkast, og í tí sambandi hevur Ronnie útgivið ein jólasang.

Nýggi jólasangurin kallast "Jólini Nærkast" og snýr seg millum annað um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum.

 

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori, sum eisini stóð fyri framleiðsluni av sangunum “Bygdafrell” og “Lívsins Leið”. Árni Andreasen syngur kór og hevur eisini ein forvitnisligan leiklut í sjálvum sanginum

 

Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

 

Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á eitt nú Spotify

 

Um sagin:

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

 

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

 

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

 

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

 

Kór: Ronnie Korsager Davidsen & Árni Andreasen

 

Jólamaður: Árni Andreasen

 

Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen

 

Hoyr nýggja jólasangin her:

 

##med2##