Nýggjur kalendari skal kunna okkum um mat- og rávørur

Kalendarin skal at gera tað lættari hjá fólki at keypa staðbundnan mat í árstíð og á tann hátt eggja fólki at eta og keypa meira burðardygt.

Í dag varð holt sett á nýggja verkætlan á Hópfígging.fo. Talan er um ein nýggjan kalendara undir navninum "Árið og maturin - ein føroyskur matkalendari”, sum vísir nær ymiski føroyski maturin er í árstíð.

 

Árið og maturin er verkætlanarsamstarv millum Sunnivu G. Mortensen frá Matkovanum og teknaran og sniðgevan, Lenu Nicolajsen.

 

Tær eru í gongd við at savna og myndprýða kunning um hvørjar rávørur og matvørur eru í árstíð í Føroyum hvønn mánað.

 

– Við verkætlanini, Árið og maturin, ynskja vit at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum, siga tær á Hópfíggingarportalinum.

 

Vónin er, at kalendarin skal gera tað lættari hjá fólki at keypa staðbundnan og burðardyggan mat.

 

– Fyri mong kann tað tykjast torført at fáa skil á nær staðbundi maturin er í árstíð, og tí hava vit tikið stig til at menna ein føroyskan matkalendara, sum vísir nær rávørur og matvørur eru í árstíð.

 

Kalendarin verður sniðgivin og prentaður í tveimum ymiskum formatum, sum ein ársplakat (A2) og sum vanligur kalendari við einari síðu pr. mánað (A3), og tað er føroyski teknarin og sniðgevin, Lena Nicolajsen, sum myndprýðir kalendaran.

 

Stigtakararnir siga, at nógvar orsøkir eru at keypa staðbundnan mat í árstíð.

 

– Tað er gott fyri umhvørvið, at vit minka um innflutning av hópframleiddum matvørum úr fjarskotnum londum og at vit heldur økja burðardyggu matframleiðsluna og -søluna í Føroyum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum gagnar hetta bæði framleiðarunum, nærsamfelagnum og felagskensluna millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.

 

Les meira um verkætlanina HER.