Hesa vikuna er Tórshavn karmur um fyrsta klassiska FIMM Festivalin. FIMM stendur fyri “Faroe Islands Musical Meeting”, og talan er um eina viku við verkstovum og undirvísing, sum endar við trimum konsertum um vikuskiftið í Listasavninum, Havnar Kirkju og Norðurlandahúsinum. Luttakarar eru ungir klassiskir ljóðførisleikarar úr øllum Evropa, og lærarar eru úr nøkrum av fremstu symfoniorkestrum í Evropa.
Tað eru violinspælarin Miina Järvi úr Estlandi og orkesturleiðarin Federico S. Morresi úr Italiu, sum hava tikið stig til festivalin. Miina Järvi spælir dagliga violin í Lihula Muusikapäevad í Estlandi, og Federico S. Morresi er orkesturleiðari og stovnari av Levante Youth Symphony Orchestra í Italia.
“Vit hildu, at Føroyar var júst tað rætta staðið at skipa fyri einum tílíkum klassiskum festivali”, sigur Federico S. Morresi, sum er tónleikaligur leiðari av FIMM festivalinum. “Føroyar hava júst tað fantastisku náttúruna, sum skal til fyri at fáa íblástur og ró til at fáast við tónleik, og harumframt hava tit í Føroyum sera góð hølisviðurskifti bæði til venjingar og konsertframleiðslur”, leggur Federico S. Morresi afturat.
FIMM Festvalurin er ætlaður at stimbra undir klassiska tónleikalívið í Føroyum umframt at menna samstarvið millum klassiskar tónleikarar í Norðanlondum og restini av Evropa. Tey luttakandi á festivalinum eru sostatt bæði úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Finlandi, Estlandi, Litava, Onglandi, Fraklandi, Italia, Pólandi, Rumenia, Ruslandi og enntá eisini heilt úr Argentina. Øll eru yrkistónleikarar ella lesandi innan ljóðføri á hægri lestri.
“Klassiskir tónleikarar leggja ofta mest dent á at menna seg sum solistar, men tað at menna seg sum partur av einum orkestri er eisini sera týdningarmikið, serliga tí at flestu klassiskir tónleikarar arbeiða mest sum partur av einum orkestri”, sigur Miina Järvi, ið er stjóri á FIMM Festivalinum. “Hetta krevur nakrar serligar førleikar og atlit, og millum annað hetta kunnu tey læra á festivalinum”, leggur hon afturat.
Umframt Miina Järvi og Federico S. Morresi eru hinir lærararnir á FIMM Festivalinum Sergey Ostrovsky, ið spælir fyrstuviolin í Aviv kvartettini og undirvísir í Haute École de Musique í Genève, Kristina Blaumane, ið er fyrstiselloleikari í filharmoniska orkestrinum í London, og Guntis Kuzma, ið spælir fyrstu klarinett í lettiska symfoniorkestrinum.
“Vit eru sera fegin um at fáa ein tílíkan festival í Føroyum”, sigur Elin Hentze, ið vegna Tórshavnar Musikkskúla hevur verið føroyski samskiparin av FIMM Festivalinum. “ Ein slíkur festivalur á so høgum støði gevur avgjørt okkara ungu føroysku ljóðførisleikarum sera góðan eyka íblástur og høvið til at menna seg, samstundis sum ljóðførisleikarar úr øðrum londum fáa innlit í føroyskt tónleikalív”.
FIMM Festivalurin endar við eini kamarkonsert á Listasavninum fríggjadagin 22. august kl. 20, kamarkonsert í Havnar Kirkju leygardagin 23. august kl. 11.30, og konsert við øllum FIMM Festivalorkestrinum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. august kl. 16. Festivalurin er partur av Summartónum og er millum annað stuðlaður av Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðnum, Norðurlandahúsinum og Tórshavnar Musikkskúla.
Meiri kann lesast um FIMM Festivalin á www.fimm-festival.com ella á www.facebook.com/fimmfestival.