Nýggjur landsliðsvenjari hjá U06-kvinnum

Hondbóltssambandið hevur sett nýggjan venjara hjá U06 kvinnulandsliðnum

Mynd: (HSF.fo)

Hondbóltssambandið skrivar, at Kristinn Guðmundsson er settur í starv sum venjari hjá U06 kvinnunum. Kristinn Guðmundsson er úr Íslandi og hevur eisini verið venjari hjá EB í vetur.

 

Kristinn Guðmundsson hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi. U06 kvinnur skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 9. juli, har Føroyar eru í bólki saman við Montenegro, Svøríki og Hollandi.

 

Kristinn Guðmundsson verður venjari hjá gentum føddar 2006-2007 saman við Agnari Joensen.

 

Mynd: (HSF.fo)