Tannrøktin veitir tannrøkt til øll børn og ung í Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommunu samsvarandi einari samstarvsavtalu millum hesar kommunur.
- Vit søktu fyrr í ár eftir tannlækna til barna- og ungdómstannrøktina, tí Rutt Jensen, sum hevur røkt starvið í meira enn 23 ár, hevur nátt fráfaringaraldur og gevst hin 1. november í ár.
Anna Mikkjalsdóttir hevur nomið sær útbúgving sum tannlækni á Aarhus Universiteti, og varð liðug her í juni 2023.
- Síðan flutti hon heim aftur og býr nú í Trongisvági saman við manninum. Seinasta árið hevur hon starvast í privatari og kommunalari tannrøkt fyri at fáa autorisatión og royndir at virka sjálvstøðugt sum tannlækni.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at barna- og ungdómstannrøktin hevur - umframt at veita vanliga tannrøkt - eisini veitt serviðgerðir í ortodonti, sum er tannregulering og boylaviðgerðir til børn og ung.
- Hetta hevur borið til vegna góða samstarvsavtalu millum Merete Mathiesen, sertannlækna í ortodonti og Rutt Jensen. Merete er búsitandi í Danmark og hevur dúgliga ferðast til Tvøroyri, har hon, saman við Rutt hevur veitt børnum og ungum eina framúr góða tannrøkt.
Men, nú Rutt Jensen gevst, hevur Merete Mathiesen, sum eisini hevur nátt fráfaringaraldur, eisini valt at gevast.
- Vit hava tó gjørt avtalu við Rutt og Merete um, at tær halda fram við at veita ortodontiviðgerðir fram til 1. apríl 2025.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at í hesum tíðarskeiði fer umsitingin saman við Onnu Mikkjalsdóttir at eftirmeta, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa í lag eina avtalu við annan sertannlækna, sum kann veita eina varandi ortodontitænastu.
- Vit takka Rutt Jensen og Merete Mathiesen fyri trúgva og góða røkt av barna- og ungdómstannlæknatænastuni hjá kommununi.
Í Tvøroyrar kommunu ynskja tey Onnu Mikkjalsdóttir vælkomnari í starv sum leiðandi tannlækna í barna- og ungdómstannrøktina.
##med2##
Í vikuni hevur móttøka verið í býráðssalinum á Tvøroyri, har Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyrar kommunu, Jóanis Lisberg borgarstjóri í Fámjins kommunu og Eir J. Norðberg, forkvinna í trivnaðarnevndini í Hvalbiar kommunu, heilsaðu upp á Onnu Mikkjalsdóttir og starvsfólkini í tannrøktini.
Røður vóru hildnar, setanarbræv varð handað nýggja leiðaranum, eins og Anna og Rutt báðar fingu handað blómutyssi frá kommununum.