info
Ongi úrslit

Nýggjur líkvognur ger tænastuna enn betur

- Vit hava fingið ein nýggjan og serbygdan líkvogn, sum ger tað lættari at fara út á bygd, tí her er nógv betri pláss til blómur og kransar, sigur Haraldur Símunarson Hammer.

Vilmund Jacobsen
7. februar 2022 kl. 10:22

Haraldur Símunarson Hammer, sum eigur Blómuhúsið við Norðskála og rekur jarðarferðartænastuna - Seinasta Heilsan - tekur sær av øllum uppgávum og fyrireikingum í samband við eina jarðarferð. 

Eftir nøkrum árum við hesi tænastu og sínari útbúgving sum biðimaður, hevur hann eina góða barlast í sínum arbeiði, bæði tá ræður um at vegleiða avvarðandi við deyða og veita ta hjálp og tann stuðul, sum avvarðandi tørva við eina jarðarferð.

Hesi árini hevur hann havt samskifti við prestar, kirkjutænarar, og hann hevur hjálpt avvarðandi at søkja um afturbering frá Heilsutrygd í samband við jarðarferðarútreiðslur.

Haraldur Símunarson Hammer vísir á, at ein jarðarferð altíð verður fyriskipað við kærleika og virðing - fyri tí, sum er farin og fyri teimum avvarðandi.

- Allar jarðarferðir eru serstakar, og eingin er eins, og jarðarferðir kunnu eisini vera ymiskar frá einari bygd - ella einum øki - til annað, sigur hann. 

Ein góð tænasta
Jarðarferðartænastan - Seinasta Heilsan - fevnir í fyrsta lagi um fýra ting: Kistu, líkkoyring, blómur og prent av sanghefti.
- Vit veita allar hesar tænastur og loysa hesar uppgávur fyri avvarðandi, sum ynskja tað. Avvarðandi kunnu fáa allar hesar tænastur hjá okkum, og tey kunnu eisini velja tann partin av okkara tænastum, sum tey halda, teimum tørvar.
Hann sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin at ringja allar tímar á døgninum á tlf. 513070.
- Sølan av okkara kistum er nógv økt, tí avvarðandi ganga eisini høgt upp í eina skjóta og góða levering. Vit koyra kistuna út so skjótt, hon er bíløgd, og vit taka bílagt børuprýði, kransar og blómur við á staðið, haðani kistan fer. 
Haraldur Símunarson Hammer vísir á, at kistan er oftast tað fyrsta, sum avvarðandi bíleggja, og síðan koma børuprýði, kransar og blómur.
- Eftir at kistan er bíløgd, hava tey avvarðandi eitt sindur betur tíð til at finna út av ymiskum øðrum praktiskum viðurskiftum í samband við jarðarferðina, sigur hann.

Nýggjur líkvognur
Í mai mánaði í fjør fekk jarðarferðartænastan ein nýggjan og serbygdan líkvogn av merkinum, Mercedes Vito, sum er 4-hjólstrektur. Frammanundan hevur tænastan ein líkvogn av merkinum, Volvo, sum eisini er ein góður vognur.
- Í nýggja og serbygda vogninum er pláss fyri tveimum kistum, tó at tann tørvurin vanliga ikki er. Men, í staðin er gott pláss til blómur og kransar, sum kann vera sera praktiskt - eitt nú, tá farið verður út á bygd.
Haraldur Símunarson Hammer sigur, at nýggi líkvognurin er bygdur soleiðis, at gólvið aftan, har kistan stendur, kann lyftast upp, soleiðis at gott pláss er til kransar og blómur undir kistuni.

Avtalur við kommunur
Jarðarferðartænastan - Seinasta Heilsan - hevur avtalur við fleiri kommunur um líkkoyring, og onkur nýggj avtala aftrat liggur klár til undirskrivingar.
- Í slíkum føri rinda kommunurnar fyri líkkoyring, og hetta ger alt nógv lættari hjá teimum avvarðandi.  
Føstu avtalurnar, sum jarðarferðartænastan hevur, eru við kommunur í miðstaðarøkinum, Eysturoy og Vágum.
- Vit eru eisini í Sandoynni av og á, og tá eru tað avvarðandi sjálvi, sum hava bílagt okkara tænastu, sigur Haraldur Símunarson Hammer.
Á heimasíðuni www.sh.fo er neyvari kunning um allar tær tænastur, sum Seinasta Heilsan veitir við jarðarferðir.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan taptu

2 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær grýl­ur ganga ígjøgn­um Eur­opa: komm­unism­an og fascisman

59 minuttir síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barna­ans­ing og kvinnu­heilsa á tingi í morgin

1 tími síðan
Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

2 tímar síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

4 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

5 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

5 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

5 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

6 tímar síðan