Nýggjur maður í gulu troyggjuni

Tour de France: Tony Martin vann teinin. Franskmaður í gulum á tjóðardegnum

Favorittarnir til at vinna Tour de France, Vincenzo Nibali og Alberto Contador royndu ikki tær stóru skreytirnar sunnudagin. Báðir lógu trygt í høvuðsfeltinum og hildu eyga hvør við øðrum. Hesum tók Tony Gallopin av til fulnar, og streyk avstað og kom í mál somikið langt frammanfyri høvusfeltið, at hann tók gulu troyggjuna frá Nibali.

 

Fyri franskmenn hevur hetta nógv at týða, tí í dag 14. juli er franskur tjóðardagur, Bastille-dagurin, og einki er betri, enn at ein franskmaður súkklar í gulum á tjóðardegnum.

 

Gallopin var tó ikki fyrstur á mál. Tony Martin breyt avstað eftir einans 14 kilometrar og 156 kilometrar seinni súkklaði hann einsamallur um mállinjuna sum vinnari og tók eisini leiðsluna í kappingini um fjallatroyggjuna. Alessandro De Marchi fylgdi við Tony Martin í útbrotinum, men góðar 60 kilometrar frá mállinjuni orkaði hann ikki at fylgja týskaranum longur.

 

Tony Martin er annars ikki nakar eyðkendur klatrari, hansara styrki verður vanliga mett at vera í tíðarkoyring (einkultstarti), eini grein, sum hann er trífaldur heimsmeistari í. Bæði í 2011 og 2013 vann hann ein einkultstarttein, men hetta var fyrsti sigurin hjá Tony Martin í Tour de France sum ikki var í einkultstarti.

 

Nibali liggur 1m34s eftir Gallopin, meðan Contador nú er 4m8s aftanfyri.

 

14. juli: 10. teinur frá Mulhouse til La Planche des Belles Filles

Í dag bíðar ein harður teinur í fjøllunum, áðrenn súkklararnir sleppa at hvíla týsdagin.

 

161,5 kilometur skulu súkklast í dag. Sjey fjøll skulu súkklararnir upp um, og brekkurnar eru brattari enn tær, sum koma í Alpunum seinni í tourinum. Fýra brattar í flokki eitt, tveir í flokki tvey og ein í flokki trý. Seinasta strekkið upp til mállinjuna er ein bratti seks kilometrar til longdar, við einum bratta á 8,5%.

 

Hugsast kann, at onkrir av avbjóðarunum til gulu troyggjuna fara at bjóða av í dag. Fyri tveimum árum síðani vann Chris Froome teinin, meðan Bradley Wiggins tók gulu troyggjuna og varðveitti hana allan vegin til París.

 

TV2 byrjar at senda kl 11.10, teinurin byrjar klokkan 12.30 og vinnarin væntast á mál umleið klokkan 16.40