Víkingarnir fóru í gjár til Suðuroyar, har dystur seinnapartin verður ímóti TB í Trongisvági.
Tað verður nýggjur maður í málinum hjá Víkingi í dag. Sonni Højgaard hevur síðani hann undan kappingarárinum í fjør flutti av Skála og til Víking vart málið í næstbestu deildini, og so hevur hann verið eykamálverji. Í fjør var tað hjá Eliasi Fagrá, og í ár hevur tað verið hjá Bárði á Reynatrøð.
Í dag verður Sonni Højgaard í málinum hjá Víkingi í Trongisvági. Sonni hevur bara einaferð áður vart málið í bestu deildini. Tað var sambært faroesoccer.com 5. oktober 2018, tá ið Skála í 25. umfari tapti 1-0 ímóti HB.
At Sonni Højgaard nú fær møguleikan sum málverji á besta liðnum hjá Víkingi kemst av, at Bárður á Reynatrøð er skaddur og ein av næstu døgunum skal leggjast undir skurð. Tað var í U-21 landsdystinum á útivølli í Armenia, at Bárður varð skaddur í hondini og noyddist av vøllinum. Hann vardi tó U-21 málið í framúr 1-1 dystinum á heimavølli ímóti Fraklandi, men nú er neyðugt við skurðviðgerð.
Talan er um skaða í lítlafingri, sum fer at halda Bárði burtur frá fótbólti í fleiri vikur.
Liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, er leikbannaður, og venjarin Jóhan Petur Poulsen verður ikki á beinkinum í dag. Hann sá reyða kortið eftir dystarlok á Eiði, tá ið EB/Streymur í síðstu løtu javnaði til 1-1. Arnbjørn Svensson er burturstaddur í útbúgvingarørindum, og Signar á Brúnni er liðbandsskaddur.
Hjá TB er Jens Erik Bruhn leikbannaður við fýra gulum kortum.