Nýggjur málmaður til B68

Væntandi skrivar klaksvíkingur undir við B68 fyrsta dagin

Fríði Sigurðsson vardi føroyska málið, tá ið týska U21-landsliðið var á vitjan í oktober.

Nógv virksemi er í B68 í hesum døgum. Júst sum øll onnur lið í Effodeildini eru toftamenn í ferð við at fyrireika seg til komandi árið. Herfyri varð kunnngjørt, at tveir spaniólar, Pedro Tarancon Anton og Carlos Quintana Herrero, fara at spæla við B68 í komandi árið. Nú skuldi eisini verið greitt, at nýggjur maður kemur at standa í málinum hjá B68.

Sambært álítandi keldum fer Fríði Sigurðsson, sum hevur verið eykamálverji hjá KÍ seinastu árini, at spæla við B68 í komandi kappingarári. Í gjárkvøldi vandi hann við á Svangaskarði, og væntandi fer hann at undirskriva sáttmála við B68 fyrsta dagin.

Í B68 skal Fríði Sigurðsson kappast við Ragnar Lindholm um plássið í málinum. Ragnar Lindholm vardi málið hjá B68 í 2015, tá ið felagið endaði nummar tvey í 1. deild og sostatt flutti upp í Effodeildina.