Nýggjur miðverji á Dungasandi

Betri deildin menn: Men talan er ikki um Sonna Ragnar Nattestad

25 ára gamli Erik Gunnarson er nýggjur í hópinum hjá 07 Vestur. Talan er um spælara við nógvum royndum úr næst- og triðbestu deildini í Svøríki, boðar 07 Vestur frá.

 

Erik Gunnarson spældi ungdómsfótbólt við IFK Gøteborg. Hann hevur 61 dystir fyri U19 og U21 liðini hjá IFK. Eisini fekk hann nakrar dystir á Ungdómslandsliðunum hjá Svøríki. Seinastu árini hevur hann spælt við Utsiktens BK í næst- og triðbestu deildini í Svøríki. Har hevur hann spælt 153 dystir.

 

- Sostatt er talan um ein rættuliga royndan miðverja, sum eisini kann spæla sum vinstri bakkur. Við hansara royndum kemur hann heilt vist at styrkja um verjupartin hjá 07 Vestur.

 

Erik Gunnarson kom til landið í fyrradagin og er byrjaður at venja við hópinum hjá 07 Vestur. Tað hevur ljóðað, at Sonni Ragnar Nattestad er á veg til 07 Vestur og hevur fingið bjóðað sáttmála, men enn er tað ikki komið upp á pláss.