Seint mánakvøldið kom føroyska U21 landsliðið upp á pláss í Írlandi, har undankappingardystur er á skránni fríggjadagin.
Sonni Ragnar Nattestad og Hørður Askham hava seinastu ferðirnar verið ógvuliga stinnir í miðverjuni. Hørður Askham, sum leygarkvøldið varð kosin ársins ungi spælari, er ikki við í Írlandi. Hann er leikbannaður.
Í hansara stað er Gustav Sørensen boðsendur. Hann spælir í triði bestu donsku deildini í Lolland Falster Alliancen. Tað er møguleiki fyri, at hann fríggjadagin verður miðverji saman við Sonna Ragnar Nattestad, sum seinastu vikurnar í løtum hevur verið í miðverjuni hjá FC Midtjylland, ið er topplið í superliguni.
Ein annar møguleiki er tað, at Pál Mohr Joensen verður undir liðini á Sonna Ragnar. Seinna partin av farna kappingarári var Pál fastur maður í miðverjuni á meistaraliðnum hjá HB.
Tá ið Føroyar og Írland spældu á Svangaskarði 14. august, vunnu gestirnir 4-1.
Síðani kappingarlok heima á landi hevur U21 landsliðið vant á Tórsvølli, og tað verður mett, at spælararnir eru væl fyri, nú stóra avbjóðingin í Írlandi stendur fyri framman.
Síðsti dysturin hjá U21 landsliðnum var á útivølli ímóti Týsklandi 15. oktober. Úrslitið var 3-2 til Týskland. Bæði úrslitið og dystargongdin – Føroyar vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-1 – vaktu stóran altjóða ans.
Fyrsta bríkslið í Sligo í útnyrðingspartinum av Írlandi verður fríggjadagin klokkan 16.45.