Nýggjur stjóri á Elektron

Niels Christian Nolsøe er ikki longur stjóri á Elektron

 

Beint nú er tíðindskriv komið frá Elektron, har sagt verður, at  “Nevndin í Elektron hevur gjørt av, at fyritøkan í størri mun enn nú skal leggja áherslu á tænastur á føroyska marknaðinum, sum eru inntøkugevandi fyri Elektron”, sum tikið verður til

 

Hetta merkir Elektron sleppur menningarætlanunum uttanlands.

 

Í hesum sambandi vildi stjórin seinastu 19 árini, Niels Christian Nolsøe, at verða loystur úr starvi.

 

Nevndin í Elektron hevur tikið hetta til eftirtektar og hevur tí í dag loyst Niels Christian Nolsøe úr starvi.

 

Kjartan Thomassen er settur sum fyribilsstjóri. Hann hevur verið tekniskur stjóri á Elektron og hevur verið ein av eigarunum og stjóri í Sam-Teld, sum Elektron keypti í 2007.