Hendrik Egholm, Rúni Vang Poulsen og Kári Sigvardsen keyptu herfyri familjufyritøkuna Zacharias Leitisstein P/F, og Kári Sigvardsen er nýggjur stjóri.
Zacharias Leitisstein P/F hevur virkað innan hita, vatn, sanitet og ventilatión síðani 1959 og hevur staðið fyri støðufesti og góðum handverki.
– Við nýggjum eigarum og leiðslu halda vit fram við verandi virksemi, men vit fara eisini at flyta okkum. Vit koma í næstum við nýggjum orkuloysnum við jarðhita og hitapumpum, og fara vit eisini at bjóða vinnuni fleiri tænastur, skrivar felagið.