Tann 1. september tók Erling í Liða við sum stjóri í bilstøðini Auto í høvuðsstaðnum.
Erling í Liða, sum er úr havn, er 59 ára gamal og býr á Argjum.
Hann er útbúgvin bankamaður í Sjóvinnubankin og tók Cand.Merc útbúgving á CBS. Hann arbeiddi síðan í Sjóvinnubankanum sum deildarleiðari á Vinnulívsdeildini og síðani sum deildarstjóri í Uttanlandsdeildini.
Eisini hevur hann arbeitt á fíggjardeildini hjá Faroe Seafood og tvey ár hjá Faroe Seafood Finance í Hirtshals. Hann var fulltrúi í Fíggjarmálaraðnum frá 1996-1999.
Frá 1999-2008 var hann sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Shell. Eisini var hann næstformaður í nevndini í Atlantic Airways frá 1998-2008.
Síðan 2009 hevur Erling verið á Havstovuni sum fíggjar- og umsitingarleiðari og reiðari hjá Magnus Heinason og Jákup Sverra.
Erling í Liða sigur, at hann heldur, at uppgávan er spennandi. Auto er ein av elstu bilstøðum í landinum. Komandi ár eru 70 ár síðan støðin varð stovnað.