Nýggjur Toyota Corolla Cross

Í stødd er Corolla Cross millum Yaris Cross og tann størra RAV4, og tann fyrsti kemur væntandi sum demobilur í november. 

 

Í stødd er Corolla Cross millum Yaris Cross og tann størra RAV4. Toyota hevur nú eina seriu av Cross-modellum, t.v.s. bilum í SUV-stíli, sum er høgir frá vegnum.

Ein nýggjur Toyota Corolla Cross kemur skjótt á føroyska marknaðin. Talan er um ein heilt nýggjan bil við øllum teimum eginleikum, sum eyðkenna ein nútímans SUV.

 

Í sambandi við, at Corolla Cross er ein hybridbilur, eru tað eini markant tíðindi, at hesin er hin fyrsti við fimtu generation hybrid-tøknini hjá Toyota. Hybridskipanin hevur 2.0-litra bensinmotor og elmotor, sum tilsamans geva 197 hestakreftir. 

 

Í stødd er Corolla Cross millum Yaris Cross og tann størra RAV4. Toyota hevur nú eina seriu av Cross-modellum, t.v.s. bilum í SUV-stíli, sum er høgir frá vegnum.

 

Reyni Service hevur Aygo X, síðan er tað Yaris Cross, Corolla Cross og RAV4.   

 

Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d. 17” alufelgum, Led-lyktum, leðurratti við hita, digitalum instrumentpaneli við 12,3” multiinformatiónsdisplay og 10,5” multimedia touch skíggja við navigatión.

 

##med2##

 

Corolla Cross hevur nógva trygdarútgerð sum standard, eitt nú adaptivan fartpilot og neyðbremsu sum bremsar fyri fótgangarum og teimum á súkklu.

 

Eisini hevur hann tráðleyst Apple Carplay og Android Auto eins og fjarstýrt klimaanlegg, fjarstýring til upp-og afturlating av hurðum eins og nýggjastu generatión av Toyota Safety Sense trygdarpakkanum.

 

Hjá Reyni Service verður sagt, at tann fyrsti Toyota Corolla Cross væntandi kemur sum demobilur í november. 

 

##med3##

 

##med4##

 

Í stødd er Corolla Cross millum Yaris Cross og tann størra RAV4. Toyota hevur nú eina seriu av Cross-modellum, t.v.s. bilum í SUV-stíli, sum er høgir frá vegnum.