Nýggjur Toyota Corolla Cross

Toyota hevur nú eina seriu av Cross-modellum - ella bilum í SUV-stíli, sum eru høgir frá vegnum.

Ein nýggjur Toyota er komin á føroyska marknaðin. Talan er um Corolla Cross, ið er ein bilur við øllum teimum eginleikum, sum eyðkenna ein nútímans SUV.

 

Í sambandi við, at Corolla Cross er ein hybridbilur, er tað ein markant nýggjheit, at hesin er tann fyrsti við fimtu generatión hybrid-tøknini hjá Toyota.

 

Hybridskipanin hevur 2.0-litra bensinmotor og elmotor, sum tilsamans geva 197 hestakreftir. Í stødd er Corolla Cross ímillum Yaris Cross og tann størra RAV4.

 

Soleiðis hevur Toyota nú eina seriu av Cross-modellum - ella bilum í SUV-stíli, sum eru høgir frá vegnum. Bilasølan hevur Aygo X, síðan er tað Yaris Cross, Corolla Cross og RAV4.   

 

##med2##

 

Bilurin er sera væl útgjørdur við eitt nú 17” alufelgum, led-lyktum, leðurratti við hita, digitalum instrumentpaneli við 12,3” multiinformatiónsdisplay og 10,5” multimedia touch skíggja við navigatión.

 

Hann hevur nógva trygdarútgerð sum standard, eitt nú adaptivan fartpilot, neyðbremsu sum bremsar fyri fótgangarum og teimum á súkklu.

 

Eisini hevur hann tráðleyst Apple Carplay og Android Auto eins og fjarstýrt klimaanlegg, fjarstýring til upp-og afturlating av hurðum eins og nýggjastu generatión av Toyota Safety Sense trygdarpakkanum.

 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Reyni Service, og prísurin er úr 419.850 krónum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##