Nýggjur varaskúlastjóri í Klaksvík

Í gjár var  seinasti arbeiðsdagur hjá Leivi Vitalis, varaskúlastjóra á Skúlatrøð í Klaksvík. Hann fer í eitt tíðaravmarkað starv á Námi og hevur í hesum sambandi farloyvi restina av skúlaárinum.

Í sessinum sum varaskúlastjóri hesa tíðina verður Dánjal Danielsen.

 

Í morgunløtuni hósdagin vóru tøkkir sendar Leivi, og Dánjal varð boðin vælkomin. Næmingarnir gjørdu eitt sindur burturúr, at tað nú verður Dánjal, sum skal halda skil á hádeildini og t.d. tí keypi, sum ikki er loyvt í skúlatíð. Teir fingu framúr góðar og søtar gávur frá næmingunum, sum lovaðu, at teir sjálvsagt ikki fóru at keypa í skúlatíð. 

 

Ein góð og skemtilig løta og her eru nakrar myndir.

 

Við søtu heilsanini frá næmingunum í 8. flokki ynskja næmingar og lærarar á Skúlatrøð bæði Leivi og Dánjali góðan arbeiðshug í nýggju og spennandi størvunum, skrivar skúlin á heimasíðuni.