Nykøbing Falster leikti javnt í endaspælinum

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster kunnu enn røkka hálvfinalunum í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. 

 

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster leikti javnt 24-24 í heimadysti móti Aarhus. Amalie Wulff javnaði fyri Nykøbing Falster til 24-24 tá fá sekund vóru eftir av leiktíðini.

 

Støðan í bólki 1 í endaspælinum er, at Odense er greitt oddalið við seks stigum. Viborg og Nykøbing Falster hava tvey stig, og Aarhus er aftast við einum stigi. Tvey tey fremstu liðini vinna seg í hálvfinalurnar.

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av tíðini, men onkuntíð var boð eftir Anniku, og hon megnaði at bjarga einum brotskasti hjá Aarhus.

 

Komandi mánakvøld hevur Nykøbing Falster sera torføran heimadyst móti oddaliðnum, Odense. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn taptu í bólki 2 greitt 27-34 (13-16) fyri Esbjerg á útivølli.

 

Esbjerg er oddalið við seks stigum, og Herning-Ikast er nummar tvey við fimm stigum. Keypmannahavn og Silkeborg-Voel hava enn fyrsta stigið til góðar í kappingini. 

 

Komandi týskvøld spælir Keypmannahavn á útivølli móti Silkeborg-Voel.