Nykøbing Falster tapti 1. bronsudystin

Nykøbing Falster tapti fyri Herning Ikast á útivølli

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster spældu ígjár 1. bronsudystin í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Herning Ikast tók móti Nykøbing Falster á heimavølli. Heimaliðið vann 33-31 aftaná at hava verið á odda 19-15 í steðginum.

 

Annika stóð eitt sindur verri enn kappingarneytin, Cecilie Greve. Cecilie Greve hevði eitt bjargingarprosent upp á 29 prosent. Annika hevði eitt bjargingarprosent upp á 24 prosent.

 

Nykøbing Falster hevur heimadyst í 2. bronsudystinum, ið verður leiktur hóskvøldið 8. juni.

 

Esbjerg er favorittur til at vinna DM-gull. Esbjerg vann á útivølli 27-26 (16-11) á Odense. Esbjerg kann við sigri á heimavølli í 2. finaluni, ið verður leikt 8. juni tryggja sær meistaraskapið.