Nýrasteinur argaði Atla

Veteranurin í miðverjuni hjá Víkingi er tøkur aftur, nú Víkingur fær vitjan av EB/Streymi

Tað er møguleiki fyri, at FM spurningurin verður svaraður í kvøld. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi, sum klokkan 17 fer at spæla á heimavølli ímóti EB/Sstreymi. Um Víkingur fer at vinna fulla úrtøku, verður FM spurningurin ikki svaraður fyrrenn um tvær vikur. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna eitt ella trý stig í Sarpugerði, so verður KÍ longu í dag FM vinnari.

 

Víkingur hevur silvurkrónurnar at spæla fyri, og hjá EB/Streymi snýr tað seg um at reisa seg eftir vónbrotið í Gundadali síðsta vikuskifti, tá ið B36 skoraði 3-2 sigursmálið í síðstu sekundunum, eftir at EB/Streymur hevði verið frammanfyri 2-0 við tveimum málum, sum Gutti Dahl-Olsen skoraði í fyrra hálvleiki. Hann skoraði seinna málið í 23. minutti, og sjey minuttir seinni noyddist hann skaddur av vøllinum. Gutti er tøkur aftur og er millum teir fyrstu ellivu í Sarpugerði í dag.

 

EB/Streymur hevur 19 stig. Vandin fyri at flyta niður er ikki so stórur, men hann er ikki heilt burtur, og tí hevði tað verið kærkomið at vunnið eitt stig undan heystfrítíðini.

 

Hjá Víkingi er Atli Gregersen aftur í miðverjuni, eftir at hann í 2-1 sigrinum í Sørvági noyddist av vøllinum longu í 9. minutti. Tá varð sagt, at talan var um skaða í lærkrikanum. Nú verður hildið, at talan var um nýrastein, sum var orsøk til, at talan var um pínu, og Atli er í dag væl fyri at spæla.

 

Hjá EB/Streymi er Tóki H. Johannesen tøkur aftur, eftir at hann leingi hevur verið darvaður av skaða í fótinum. Ári Arge er leikbannaður, og Elias El Moustage er skaddur.